KatrinPetersen’sa Blogging

februar 27, 2009

Nei-læme-allarfyrst-siga… NEI, SVARA BARA, OKEY?!?!

Filed under: Útvarp,Uncategorized — katrinpetersen @ 2:16 pm

Hesin er kanska eitt sindur ov seinur… Men tá eg enn minnist, hvussu irriterandi upplivingin var, er hon verd at deila! Sirka soleiðis var orðaskiftið eitt kvøldið í tíðindasending útvarpsins:

Elin Winther Poulsen: “Wilhelm, stjóri í oljufelagnum XX, hava tit fingið nakað tilboð um uppkeyp frá einum størri oljufelag?”

Wilhelm: “Hasum kann eg svara aftaná. Lat meg fyrst siga …”

Og her er tað, eg havi hug at geva Elini fullan samhuga, um hon verður úti fyri slíkum aftursvari eina aðru ferð, og reagerar soleiðis: “AFTANÁ? Aftan á hvat?? Aftan á tíðindini? Hví heldur tú, tú er boðin higar? Nei, ikki gita, Wilhelm, eg skal siga tær – fyri at svara spurningunum, EG seti!! Ikki fyri at fortelja mær og Føroya fólki, hvussu gongst tær og fyritøkuni generelt, ella hvat tit halda um fíggjarkreppuna ella nakað sum helst annað! Eg fái faktiskt LØN fyri at gera mær ómak at skriva spurningar, sum gera lurtaran føran fyri at fáa sær eitt skjótt yvirblikk yvir aktuellu støðuna, UM tú var nóg fólkaligur til at svara teimum! So – Wilhelm, lat meg spyrja uppaftur: Hava tit fingið eitt tilboð frá einum størri oljufelag? Svar títt skal byrja við “JA” ella “NEI”, ikki við einum óhølvaðum avfeiilsi!

Elin, tá tú fer at gera hetta stuntið, so minst til, at tað verður bara neyðugt eina ferð. So fer ongin nakrantíð aftur at byrja eitt svar í tínum studio við “Mnh, gott kvøld, menlatmegfyrstsiga… ” Ófólkaligu fólk!!

*Onkur gjørdi meg varuga við, at eg átti at broyta navnið á stjóranum – so tað havi eg gjørt!

Advertisements

2 viðmerkingar »

  1. JAAAAAAAAAAAAAAAAAAAAAAAAAA!!! Eg hati hatta. Jóannes Eidesgaard – og nógvir politikarar við honum – er herviligur. Og nógv onnur fólk…

    Journalistur: “Jóannes Eidesgaard, hvussu hevur tú tað?”
    J.E.: “Lat meg fyrst siga, at eg fekk knettir til døgurða í gjárkvøldið. Tá tað so er sagt, so haldi eg ikki, at tín spurningur er so lættur at svara……”

    Hmmm…. Tíbetur ber tað til at klippa vekk, um tað ikki er beinleiðis, men tað er tá tað verður sent live, at tað er torført at stýra. SUK SUK og tíggju ferðir SUK!

    Viðmerking by Ingrid Bjarnastein — mars 3, 2009 @ 3:11 pm | Svara

  2. Hetta er tó helst tí at vit skulu smyrjast við bíligt arbeiði, og tað er bíligari at senda beinleiðis – og óredigerað. Tað er so ikki til frama fyri lurtararnar at sent verður beinleiðis.

    Vit skulu heldur ikki gloyma, at tað er líka irriterandi at hoyra journalistin hava egoflipp, hvørt tað so er tí viðkomandi endurtekur seg sjálvan alla tíðina, ella tí at viðkomandi fer at venja tann spurda.

    KLIPP heldur enn FLIPP!

    Erla

    Viðmerking by brekkustova — mars 4, 2009 @ 3:37 pm | Svara


RSS feed for comments on this post. TrackBack URI

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

Create a free website or blog at WordPress.com.

%d bloggers like this: