KatrinPetersen’sa Blogging

mars 3, 2009

HVUSSU áhugavert segði tú tað var, hvussu nógvar deildarleiðarar Kringvarpið hevur??

Filed under: Uncategorized — katrinpetersen @ 4:43 pm

So áhugavert, at journalistarnir kunnu og eiga at seta vandan fyri interessukonfliktum – “real or percieved” – til viks og gera innsløg til sjónvarp, útvarp, pluss og kjaksending, um viðurskiftini hjá teimum og deildarleiðara teirra?

Eg haldi, at kringvarpsfólkini áttu at gjørt eina lítla test. Prøva næstu ferð, tit halda, at “Føroya fólk máá fáa at vita, hvussu vánaligir/býttir/óndir politikararnir eru við okkum í Kringvarpinum!” at leka hesa “góðu” søgu til onkran annan miðil, og vita, hvat tey gera við hana. Kemur hon á forsíðuna? So er hon kanska eitt sindur týdningarmikil! Kemur hon ikki á forsíðuna? So skulu tit kanska flyta málið av tíðindaredaktiónini og í inn/útbakkan hjá stjóranum! Umhugsið tað í øllum førum.

Nei, álvara. Trúðvirðið hjá føroyskum journalistum er frammanundan lágt. Frammanundan hava fólk lítið álit á, at journalistarnir vilja ella megna tæna hægri prinsippum, tá teir velja tíðindi út og leggja sítt tilfar til rættis. Og hesin dekningurin av einum innanhýsis máli, har hvør einasti kringvarpsjournalistur er inhabilur, styrkir bara fólk í, at almenni fjølmiðilin er korruptur. Tað ræður bara um at standa journalistunum og lønarposa teirra nóg nær, so slepst í tíðindini! Men her eru kanska onkur nýggj prinsipp upp á spæl, tá viðvíkur óheftni og egnum áhugamálum?

Advertisements

Ger eina viðmerking »

No comments yet.

RSS feed for comments on this post. TrackBack URI

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

Create a free website or blog at WordPress.com.

%d bloggers like this: