KatrinPetersen’sa Blogging

mars 6, 2009

Eirligheit

Filed under: Uncategorized — katrinpetersen @ 2:36 pm

Lat tað vera sagt beinaveg – eg kenni Eir, og eri øgiliga væl við hana. So eg eri neyvan ein neutralur eygleiðari. Men halt kjaft, sum hatta var ein góð sending!! Handan um menninar á heiminum fyri heimleys. Also, Eir hevur eina gávu, sær út til. Saman við henni eru fólk ikki stív og varin og bevíst um, at tey verða filmað. Tey eru bara í sínum lívi, og Eir er til staðar. Eg eri bilsin og fegin um, at tað eydnast so væl. Tí – eg havi eina ella aðrastaðnis hildið, at ein fortreyt fyri at sleppa heilt nær at fólki er, at tey agera, sum um tú ikki var til staðar. Gloyma, at tú – og myndatólið – eru har. Og Eir er ikki ein persónur, sum man gloymir er í rúminum! Hon er full í látri og lívi, og hon luttekur. Og eg eri fegin um, at tað, eg helt, er mótprógvað. Glað, at Eir vísir mær á, at tað allarbesta er slett ikki, at tann við myndatólinum er ósjónlig, men tað allarbesta er, tá tey luttakandi onki hava ímóti at vera nakin og sárbar saman við henni við myndatólinum! Tá tey faktiskt fegin vilja, at hon skal vita, hvussu tey hava tað. TAÐ gevur ektaðar, góðar upptøkur, har vit ikki føla, at vit eru inni í kamarinum hjá fólki, tí vit hava sníkt okkum inn ósædd – men tí vit eru boðin inn. Saman við Eir. Tað er erligt og fair sjónvarp. Deiligt at uppliva! Og forbankað góð sending!

Advertisements

Ger eina viðmerking »

No comments yet.

RSS feed for comments on this post. TrackBack URI

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s

Create a free website or blog at WordPress.com.

%d bloggers like this: