KatrinPetersen’sa Blogging

februar 27, 2009

Nei-læme-allarfyrst-siga… NEI, SVARA BARA, OKEY?!?!

Filed under: Útvarp,Uncategorized — katrinpetersen @ 2:16 pm

Hesin er kanska eitt sindur ov seinur… Men tá eg enn minnist, hvussu irriterandi upplivingin var, er hon verd at deila! Sirka soleiðis var orðaskiftið eitt kvøldið í tíðindasending útvarpsins:

Elin Winther Poulsen: “Wilhelm, stjóri í oljufelagnum XX, hava tit fingið nakað tilboð um uppkeyp frá einum størri oljufelag?”

Wilhelm: “Hasum kann eg svara aftaná. Lat meg fyrst siga …”

Og her er tað, eg havi hug at geva Elini fullan samhuga, um hon verður úti fyri slíkum aftursvari eina aðru ferð, og reagerar soleiðis: “AFTANÁ? Aftan á hvat?? Aftan á tíðindini? Hví heldur tú, tú er boðin higar? Nei, ikki gita, Wilhelm, eg skal siga tær – fyri at svara spurningunum, EG seti!! Ikki fyri at fortelja mær og Føroya fólki, hvussu gongst tær og fyritøkuni generelt, ella hvat tit halda um fíggjarkreppuna ella nakað sum helst annað! Eg fái faktiskt LØN fyri at gera mær ómak at skriva spurningar, sum gera lurtaran føran fyri at fáa sær eitt skjótt yvirblikk yvir aktuellu støðuna, UM tú var nóg fólkaligur til at svara teimum! So – Wilhelm, lat meg spyrja uppaftur: Hava tit fingið eitt tilboð frá einum størri oljufelag? Svar títt skal byrja við “JA” ella “NEI”, ikki við einum óhølvaðum avfeiilsi!

Elin, tá tú fer at gera hetta stuntið, so minst til, at tað verður bara neyðugt eina ferð. So fer ongin nakrantíð aftur at byrja eitt svar í tínum studio við “Mnh, gott kvøld, menlatmegfyrstsiga… ” Ófólkaligu fólk!!

*Onkur gjørdi meg varuga við, at eg átti at broyta navnið á stjóranum – so tað havi eg gjørt!

Advertisements

Bloggur á WordPress.com.